Seyming fyri børn 7-14 ár (saman við einum vaksnum)

Vágs kommunaØll eru vælkomin

Á hesum hugnaliga skeiðinum læra børnini grundleggjandi seyming og fáa høvi at arbeiða kreativt við ymiskum toyrestum. Vit læra at brúka seymimaskinu á tryggan hátt og gera smærri spennandi verkætlanir, sum børnini kunnu taka við sær heim.

Bæði byrjarar og tey, sum hava eitt sindur av royndum, eru vælkomin. Einans 10 pláss eru á hesum skeiðinum.

Kostnaður: 250 kr íroknað tilfarið.