Kreativ hondbinding, Kollafjørður

Tórshavnar kommunaÍbúgvar hava framíhjárætt: Tórshavnar kommuna

Finn stokkar og tógv fram og kom á kreativt bindiskeið, har dentur verður lagdur á ymsar binditeknikkir.

Kreativt og spennandi bindiskeið við nógvum øðrvísi binditeknikkum á skránni, eitt nú skuggabinding, vevbinding, snarbinding, holmynstur, intarsia o.m.a.

Møguleiki er eisini at binda kantar, t.d blondu- og frynsakantar og at brodera á bundið.

Undirvíst verður 9 ferðir frá januar.