Binding – tvey ættarlið saman

Vágs kommunaØll eru vælkomin

Eitt hugnaligt og kreativt bindiskeið fyri børn og vaksin. Vit byrja frá byrjan og læra at leggja upp, binda rætt og gera einfaldar verkætlanir.

Dentur verður lagdur á hugna, felagsskap og skapandi arbeiði, har vit brúka ymisk tógv og litir og seta okkara egna dám á arbeiðið.

Kostnaður: 250 kr íroknað tilfar fyri 2 fólk.