Skeiðið í glaslist er ætlað byrjarum og teimum, ið hava ávísar royndir at arbeiða við glasi. Tað vil siga, at á skeiðnum verður farið í holtur við grundleggjandi vitan og arbeiðshættir innan glaslist.
Tað er bæði hugnaligt og stuttligt og harafturat balsam fyri likam og sál at arbeiða við glasi. Har eru óteljandi møguleikar at gera vakrar og brúkiligar lutir til tín sjálvs ella til onkran annan.
Afturat luttøkugjaldinum skulu luttakararnir gjalda fyri tað glasið, sum verður brúkt. Tey grundleggjandi arbeiðsamboðini hevur skúlin til láns.
Skeiðið verður hildið í tríggjar dagar.
Um so er, at skeiðið verður fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til mín.
Er annars okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.
Vinaliga Miriam
