Ger filmar við fartelefonini
Bert fyri íbúgvar: Eysturkommuna
Byrjanardato20. November
Endadato
22. November
StaðurSkúlin í Leirvík
UndirvísariHermann Eliassen
KvøldskúliKvøldskúlin í Eysturkommunu
Snildtelefonin hjá tær tekur uttan iva sera góðar myndir. Tað gera allar snildtelefonir í dag, men dugir tú veruliga at brúka hana? Visti tú, at tú kanst fáa tínar myndir og video at síggja topp professionelt út, uttan at keypa nakran dýran eykalut?
Hetta fara vit at arbeiða við á 3-daga byrjanarskeiðinum, har vit seta sjóneykuna at mynd- og video upptøkur við snildtelefon.
Vit halda tað heilt einkult. Tað einasta tólið tær nýtist er snildtelefonin og ein fartelda.
Á skeiðnum arbeiða vit við ókeypis forritinum CapCut, sum vit eisini læra at brúka.
Tíðspunkt: 17:00
Dagar: Fríggjadag 20. november kl. 17-20, 21. og 22. november kl. 13-17. Tilmeldingarfreist: 11. november
Kostnaður: 300 kr.
Tilmelding og gjald fara fram hjá Kvøldskúlin í Eysturkommunu.
