Glaslist 5 – dagsskeið
Glaslist 5 – dagsskeið
Øll eru vælkomin
Byrjanardato
8. February
Endadato
12. February
Staður
Skúlin við Løkin, Runavík
Undirvísari
Miriam Rasmussen
Kvøldskúli
Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu

Skeiðið í glaslist er ætlað byrjarum og teimum, ið hava ávísar royndir at arbeiða við glasi. Tað vil siga, at á skeiðnum verður farið í holtur við grundleggjandi vitan og arbeiðshættir innan glaslist.

Tað er bæði hugnaligt og stuttligt og harafturat balsam fyri likam og sál at arbeiða við glasi. Har eru óteljandi møguleikar at gera vakrar og brúkiligar lutir til tín sjálvs ella til onkran annan.

Afturat luttøkugjaldinum skulu luttakararnir gjalda fyri tað glasið, sum verður brúkt. Tey grundleggjandi arbeiðsamboðini hevur skúlin til láns.

Skeiðið verður hildið í tríggjar dagar.

Um so er, at skeiðið verður fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til mín.

Er annars okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.

Vinaliga Miriam

Tíðspunkt:
10:00
Dagar:
Mánadag 8. feb., mikudag 10. feb. og fríggjadag 12. feb. kl. 10-15
Kostnaður: 400 kr.
Tilmelding og gjald fara fram hjá Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu.

Book now

Related Course

Myndir við fartelefonini
Vágs kommuna
Øll eru vælkomin
-
Krea barsils kafé
29 October
Vágs kommuna
Øll eru vælkomin
29 Oct
-27 May
Háprent – vikuskiftisverkstova
12 March
Runavíkar kommuna
Øll eru vælkomin
12 Mar
-13 Mar
Ger filmar við fartelefonini
20 November
Eysturkommuna
Bert fyri íbúgvar: Eysturkommuna
20 Nov
-22 Nov
Málningalist fyri børn
19 October
Vága kommuna
Øll eru vælkomin
19 Oct
-19 Oct
Krea kafé
14 December
Vágs kommuna
Øll eru vælkomin
14 Dec
-10 May