Binding og hekkling fyri byrjarar
Runavíkar kommunaØll eru vælkomin
Hevur tú hug at læra teg at binda og hekkla? Hetta er ein fantastiskur máti at skapa mangt og hvat. Tað er bæði avstressandi og gevandi – og tú lærir tað skjótt! Skeiðið er serliga ætlað nýbyrjarum og ungum, sum vilja læra seg handverkið, men tey, sum hava bundið fyrr, og hava brúk fyri at koma á lagið aftur, eru eisini hjartaliga vælkomin.
14 ára aldursmark.
Vit hittast fimm fríggjakvøld og fimm leygardagar: 23. og 24. oktober, 20. og 21. november, 8. og 9. januar, 5. og 6. februar, 5. og 6. mars.
Er okkurt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til undirvísaran (tlf. 789094).
Onnur skeið
14. jan. – 28. jan.
Handarbeiði
Binding – tvey ættarlið saman
- Vágs kommuna
- kl. 17:00
- 250 kr.
Øll eru vælkomin
