6. feb. – 27. feb.
Tónleikur
Frá ljóði til tónleik – verkstova í ljóðlist og kreativari upptøku
Øll eru vælkomin
Mozart Requiem, “Requiem Mass in D minor, K. 626”, er millum kendastu og mest ikonisku verkini í klassiska tónleikaheiminum, við vøkrum satsum sum Introit, Dies Irae, Rex Tremendae, Confutatis og Lacrimosa. Verkið er uml. 1 tíma.
Í apríl 2027 skipar Opera.fo fyri "SYNGIÐ VIÐ MOZART REQUIEM", har allir gestir eru vælkomnir at syngja við verkinum, ið verður framført við verkætlanarkóri, professionellum solistum og orgulfylgispæli.
Øll kór-áhugað kunnu tekna seg til verkætlanarkórið.
Luttakararnir fáa nótar og venjingarljóðfílur.
Kórleiðari: Ólavur Jøkladal. Orgulfylgispæl: Ari Hammer Joensen. Repititør: Pætur við Keldu. Samskipari: Birita Adela Davidsen.