Solosangur

Runavíkar kommunaØll eru vælkomin

Skeiðið er ikki fullteknað enn, so tað ber framvegis til at tekna seg. Kom og lær at syngja og menna tíni sangevni ígjøgnum eina personliga sangundirvísing. Skeiðið er ætlað byrjarum og teimum, ið hava ávísar royndir við sangi. Tú fert m.a. at læra at brúka andadráttin, kropsburð og at raka tónan. Tú fert at læra at kenna teg tryggan, tá ið tú syngur framman fyri øðrum.

Undirvísingin tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka. Frálæran er sangfokuserað, har arbeitt verður við røttum andadrátti og stuðli, rútmu, teknikki, listarligum úttrykki, sangvali og avbjóðingum annars.

Endamálið við skeiðnum er, at næmingurin fær eina grundleggjandi vitan um sang og amboð, sum kunnu vera við til at hjálpa og menna einstaklingin í framtíðini.

Næmingurin fær 20-30 minuttir soloundirvísing einaferð um vikuna. Undirvísingin er mánadagar frá kl 16:30. Liggur tað ikki fyri mánadagar, ber møguliga til at flyta undirvísingina til hósdagar frá kl. 16:30. Aldursmarkið er frá 12 árum. Einstøku tíðirnar verða avtalaðar eftir, at tit eru tilmeldað.

Undirvísari er 31 ára gamli Rúni Rógvason Rasmussen úr Runavík, ið tók bachelor í "Popular Music and Worship" í Onglandi frá 2017-2020 við vokali sum sergrein.

Hevur tú spurningar, ber til at venda tær til undirvísaran (tlf. 581659).