Kvæði og føroyskur dansur
Á skeiðnum koma luttakararnir at fáa innlit í kvæðamentan okkara. Bæði hvussu hon hevur livað øld eftir øld, men eisini innlit í, hvussu kvæðamentanin livir í dag. Luttakararnir koma at fáa innlit í ymisk sløg av góðum dansi, og hvat kann eyðkenna eitt gott kvæði. Vit fara uppá gólv, og luttakararnir fáa møguleika at royna seg sum skiparar, og fáa yvirskipaða vegleiðing um, hvat er vert at hava í huga, tá ið ein skipar í føroyskum dansi. Luttakararnir fáa kunnleika til nakrar læringssnildir, sum kunnu brúkast, tá ein skal læra seg kvæði uttanat. Vit royna eisini nøkur dansispøl. Á skeiðnum verður rúm fyri at práta um ymiskt, sum er dansinum viðkomandi, og at siga frá onkrari viðkomandi hending ella skemtiligari søgu. Millummáli er roknaður við í luttøkugjaldinum.
Tit skulu vera hjartaliga vælkomin til ein dag, har vit samlast um góðu kvæðamentan okkara.
Málbólkur: 15 ár og eldri
