Ross og ríðing
Øll eru vælkomin
Byrjanardato6. February
Endadato
27. February
StaðurFjósið hjá Suðurros í Hovi
UndirvísariMaria Jensen
KvøldskúliVágs kvøldskúli
Skeiðið er fyri vaksin og ung yvir 14 ár, sum vilja hava eina trygga og róliga innleiðslu í ross og reiðing. Vit læra um atburð og tørv hjá rossinum og fáa praktiskar royndir við at handfara, røkta og strúka ross, umframt stuttar ríðitúrar fyri byrjarar.
Undirvíst verður í smáum bólkum við denti á trygd, nærveru og trivnaði. Sambandið við ross, náttúruna og likamliga virksemið stuðlar undir vælveru og sálarliga ró.
Skeiðið er 4 ferðir, 2 tímar hvørja ferð. 6 pláss eru á hesum skeiðnum.
Tíðspunkt: 14:00
Dagar: Leygardagar kl. 14–16, 4 ferðir frá 6. februar
Kostnaður: 700 kr.
