Dugnaskaparroynd í sigling
Øll eru vælkomin
Byrjanardato19. October
Endadato
19. October
Staður:Klaksvíkar kommuna
UndirvísariAnton Højgaard
KvøldskúliKlaksvíkar kvølds-, ungdóms- og listaskúli
Skeiðið Dugnaskaparroynd í sigling endar við próvtøku. Prógvið gevur rætt at føra skip upp til 24 metrar út á 200 fjórðingar, um treytirnar við siglingartíð, sjón- og læknaváttan eru í lagi. Umframt kravdu lærugreinirnar: Siglingarlæra, skipstøkni, sjóreglur og veðurlæra. Í siglingarlæru verður stórur dentur lagdur á frálæru í GPS'ara og radara.
Næmingurin skal vera fyltur 15 ár próvtøkudagin, ið verður í mars komandi ár.
Tíðspunkt: 19:00
Dagar: Mánadag og týsdag kl. 19:00 – 22:00
Kostnaður: 1700 kr.
Tilmelding og gjald fara fram hjá Klaksvíkar kvølds-, ungdóms- og listaskúli.
