Koyrikort til lítil prutl
Koyrikort til lítil prutl
Íbúgvar hava framíhjárætt: Tórshavnar kommuna
Staður
Skúlin við Løgmannabreyt
Undirvísari
Christoffur Dam, Herbert Í Lon, Karl Leonsson
Kvøldskúli
Tórshavnar Kvøldskúli

Tú, ið ætlar tær at taka koyrikortið, skalt vera fylt/urt 14 ár og 6 mánaðir, tá teoriskeiðið byrjar.

Tað er 100% møtiskylda til skeiðið.

Øll kunning verður send við telduposti, og tí er tað av alstórum týdningi, at teldupostur og fartelefonnummar, sum eru upplýst, verða brúkt dagliga av foreldrum, verja ella næmingi.

Persónur skal hava fylt 15 ár fyri at fáa koyrikort til lítið prutl.

Bólkur AM 15 ár 30 km/t.

Skeiðið er 35 undirvísingartímar, ávikavist 15 tímar í teori, 12 tímar í venjingarkoyring og 8 tímar í fyrstuhjálp.

Fyrstu undirvísingardagarnir eru í teori, og ikki er neyðugt hjá næmingunum at hava prutl við hesar dagar.

Til venjingarkoyringina skal næmingurin hava prutl, hjálm og heit klæði við. Prutlið skal vera skrásett sum lítið prutl 30 km/t og í lógligum standi. Til venjingarkoyringina fær næmingurin loyvi frá Akstovuni at koyra millum heim og undirvísingarstað, hesum skipa undirvísararnir fyri.

Heitt verður á foreldur ella verja at kanna, um tryggingarviðurskiftini eru í lagi.

Áðrenn teoriskeiðið byrjar skal 1. hjálparskeiðið vera lokið.

At hava við til teori fyrsta kvøldið: Passmynd, avrit av navnabrævi/dópsbrævi, pappírskvittan frá Akstovuni á kr. 300,- og P-talið.

Íroknað skeiðsgjaldið er undirvísingartilfar og fyrstuhjálparskeið. (Teoriroynd og verkligari roynd tekur Akstovan sær av).

Borgarar í Tórshavnar kommunu hava framíhjárætt til skeiðið, men eru pláss eftir, eru aðrir borgarar eisini vælkomnir.

Tíðspunkt:
16:00
Dagar:
Mánadag, týsdag, mikudag og hósdag kl. 16:00 - 18:35. 1. hjálparskeið sambært avtalu. Byrjanardagur er ikki ásettur.
Kostnaður: 1450 kr.
Tilmelding og gjald fara fram hjá Tórshavnar Kvøldskúli.

Book now

Related Course

Koyrikort til prutl (várið 2027)
22 March
Runavíkar kommuna
Øll eru vælkomin
22 Mar
-24 Jun
Prutlkoyrikort
Vága kommuna
Øll eru vælkomin
-
Prutl koyrikort – vár
13 April
Vágs kommuna
Øll eru vælkomin
13 Apr
-1 Jun
ROC (VHF radioskeið við DSC)
Klaksvíkar kommuna
Øll eru vælkomin
-
Prutl koyrikort – heyst
20 October
Vágs kommuna
Øll eru vælkomin
20 Oct
-8 Dec
Dugnaskaparroynd fyri frítíðarsiglarar
19 October
Klaksvíkar kommuna
Øll eru vælkomin
19 Oct
-19 Oct