Koyrikort til prutl (várið 2027)
Koyrikort til prutl (várið 2027)
Øll eru vælkomin
Byrjanardato
22. March
Endadato
24. June
Staður
Skúlin við Løkin
Undirvísari
Hugo Kristiansen
Kvøldskúli
Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu

Frálæran er løgd til rættis við 27 skúlatímum á 45 minuttir hvør. Her eru 15 tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru.

Næmingurin skal vera fyltur 14 ár og 10 mánaðir, tá ið skeiðið byrjar, og skal hava lógligt prutl við til undirvísingina. Loyvi at koyra millum heim og undirvísingarstað í undirvísingartíðarskeiðinum verður givið.

Ert tú undir 18 ár, krevst eisini, at tú hevur verið á skeiði í fyrstuhjálp. Kvøldskúlin bjóðar eisini hetta skeiðið út, og tað fevnir um 8 tímar í frálæru. 4 tímar eru í grundleggjandi uppafturlívgan og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar.

Endalig ástøðisroynd og verklig roynd verður á Akstovuni.

Kostnaðurin fyri koyrikortið er 2000 kr. Í gjaldinum er teorifrálæra, koyrifrálæra, teoribók, fyrstuhjálparskeið, gjald til akstovuna fyri ástøðis- og verkligu royndirnar á 150 kr og sjálv útgávan av koyrikortinum, sum kostar 150 kr. Ert tú undir 18 ber til at nýta SPJALDUR.

Fyrsti undirvísingardagur verður mánakvøldið 22. mars 2027 í Skúlanum við Løkin kl. 18.00. Hetta fyrsta kvøldið verður millum annað avtalað, hvørji kvøld luttakararnir fara at møta framyvir.

Tíðspunkt:
18:00
Dagar:
Fyrsti undirvísingardagur mánakvøldið 22. mars 2027 kl. 18.00
Kostnaður: 2000 kr.
Tilmelding og gjald fara fram hjá Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu.

Book now

Related Course

Koyrikort til lítil prutl
Tórshavnar kommuna
Íbúgvar hava framíhjárætt: Tórshavnar kommuna
-
Prutlkoyrikort
Vága kommuna
Øll eru vælkomin
-
Prutl koyrikort – vár
13 April
Vágs kommuna
Øll eru vælkomin
13 Apr
-1 Jun
ROC (VHF radioskeið við DSC)
Klaksvíkar kommuna
Øll eru vælkomin
-
Prutl koyrikort – heyst
20 October
Vágs kommuna
Øll eru vælkomin
20 Oct
-8 Dec
Dugnaskaparroynd fyri frítíðarsiglarar
19 October
Klaksvíkar kommuna
Øll eru vælkomin
19 Oct
-19 Oct