VCarve og CNC-fræsing
Vágs kommunaØll eru vælkomin
Á skeiðnum lærir tú at tekna og sniðgeva verkætlanir í CAD-forritinum VCarve. Eisini lærir tú at seta CNC-fresaran upp, klárgera tilfarið og at brúka maskinuna á tryggan og rættan hátt. Tú fært innlit í alla gongdina, frá hugskoti og tekning til liðugt framleitt produkt. Tú skalt hava egna teldu við, so tú kanst arbeiða heima millum undirvísingardagarnar. Forritið fæst frá kvøldskúlanum.
Kostnaður: 600 kr., umframt tilfar.
