3. feb. – 24. feb.
Ymiskt
Íverksetan, at byrja virksemi, og fíggjarstýring
Íbúgvar hava framíhjárætt: Tórshavnar kommuna
Á hesum skeiði verður dentur lagdur á skapan, endurloysing og fullending.
Hetta verður gjørt við ástøði í kjarnutekstum úr Halgubók.
Kierkegaard, Løgstrup, Grundtvig, H.C. Andersen og Dostojevskij koma eisini at kasta ljós á evnini, eins væl og myndlist.
Høvi verður at skifta orð um tað, ið verður umrøtt.
Øll kunnu taka lut.
Meinhard Bjartalíð, gudfrøðingur, ið hevur skrivað serritgerðir í Nýggja testamenti og trúarlæru á lærda háskúlanum í Aarhus, undirvísir.
Um so er, at skeiðið er fullteknað, ber til at seta seg á bíðilista við at venda sær til undirvísaran (tlf. 237342).