Træsmíð
Øll eru vælkomin
Byrjanardato22. October
Endadato
22. October
StaðurSmíðstovan í Skúlanum á Giljanesi
UndirvísariHolgar Jacobsen
KvøldskúliKvøldskúlin í Vága kommunu
Hevur tú hug at læra at arbeiða við træi og gera ein lut, sum bæði er haldgóður og ber brá av tínum egna handverki?
Á skeiðnum fært tú innlit í grundleggjandi træsmíð og lærir at brúka vanlig handamboð og maskinur á tryggan hátt. Tú arbeiðir við einari verkætlan, har tú lærir at máta, saga, seta saman og gera træið liðugt. Holgar Jacobsen vegleiðir teg gjøgnum arbeiðsgongdina og hjálpir tær at laga uppgávuna eftir tínum royndum.
Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum. Tú fært praktiskar førleikar og møguleika at skapa nakað við egnum hondum.
Tíðspunkt: 16:00
Dagar: Hósdagar kl. 16.00–18.00
Kostnaður: 400 kr.
Tilmelding og gjald fara fram hjá Kvøldskúlin í Vága kommunu.
