Súrdeiggj – frá startara til nýbakað breyð

Nes kommunaØll eru vælkomin

At baka við súrdeiggi kann tykjast fløkt, men tá tú fyrst skilur, hvat hendir í deiginum og lærir at lesa tað av, verður tað nógv lættari at fáa súrdeiggj inn sum ein natúrligan part av gerandisdegnum.

Á hesum skeiðnum fara vit at læra grundleggjandi um súrdeiggj – hvussu tú gert og røkir ein súrdeigsstartara, hvussu tú sært, nær hann er klárur at baka við, og hvussu fermentering, tíð og hitastig ávirka deiggið og tað lidna breyðið.

Skeiðið verður ein blanding av frálæru, framløgu og praktiskum arbeiði. Luttakararnir sleppa sjálvir at arbeiða við súrdeiggi og fáa súrdeigsstartara við heim umframt breyðið, tey júst hava elt saman.

Skeiðið kostar 500 kr + avgreiðslugjald á 20 kr. Pláss er fyri 12 luttakarum.