Tálg – frá ráum feitti til brúkliga vøru
Tálg hevur altíð verið nýtt, men seinastu árini hava nógv av okkum gloymt, hvussu fjølbroytt og hent hetta ráevnið í veruleikanum er. Á hesum skeiðnum fara vit at læra um tálg frá seyði og neyti – hvat tálg er, hvussu hon verður smeltað, reinsað og goymd, og hvussu hon kann nýtast bæði í matgerð, húðrøkt og til onnur endamál í heiminum.
Vit fara eisini at hyggja at tálg í einum siðbundnum og nútímans høpi og tosa um, hvussu vit kunnu fáa meira burtur úr einum ráevni, sum vit longu hava rundan um okkum.
Skeiðið verður ein blanding av fyrilestri/framløgu og verkstovu. Sára fer at vísa ymisk stig í tilgongdini, og luttakararnir sleppa sjálvir at royna seg og gera sína egnu tálgvøru at taka heim við.
Skeiðið kostar 500 kr. + 20 kr. avgreiðslugjald.
Onnur skeið
Súrdeiggj – frá startara til nýbakað breyð
- Nes kommuna
- kl. 19:00
- 500 kr.
